Blaðstjórarnir Christian Jensen á Politiken og Poul Madsen á Ekstra Blaðnum, eru í vanda fyri at blíva revsaðir fyri at almannakunngera trúnaðarupplýsingar. Fleiri journalistar eru ákærdir í nógv umrødda danska málinum um bókina "Syv år for PET". Millum annað ábyrgdarblaðstjórin á Ekstra Blaðnum, Poul Madsen, sum nú er ákærdur fyri at hava brotið eitt fútaforboð, sum varð lagt móti at endurgeva úr bókini.
Ekstra Blaðið hevur endurgivið upplýsingar úr bókini bæði í avísini og á heimasíðuni, hóast rætturin í Keypmannahavn 6. oktober í 2016 legði eitt fyribils fútaforboð ímóti at gera so. Poul Madsen heldur kortini ikki, at hann hevur gjørt nakað skeivt.
- Tað er púra ógrundað. Vit tóku atlit til, at tað kundu vera smálutir, sum vóru trúnaðarmerktir, og tað vóru smálutir vit ikki prentaðu. Tí er ákæran burturvið, sigur Pouls Madsen sambært Ritzau.
Eisini journalisturin og rithøvundurin á bókini Morten Skjoldager, er ákærdur. Sama er ábyrgdarblaðstjórin á Politiken, Christian Jensen. Tað var eisini Politiken, sum sá heilt burtur frá fútaforboðnum, tá ið blaðið 9. oktober í 2016 endurgav alt innihaldið í bókinum sum eyka innlegg. Og tí er ábyrgdarblaðstjórin ikki tikin av bóli av ákærunum.
- Eg eri meira skakkur um, at eg einki hoyri fyrr enn nú. Tað er hóast alt eitt ár og tíggju mánaðir síðani, at vit prentaðu bókina og aðrir miðlar endurgóvu innihaldið, sigur Christian Jensen sambært Ritzau. - Eins og tá havi eg nú onga orsøk at halda, at innihaldið í bókini avdúkar trúnaðarmerktar upplýsingar, tí keldan til upplýsingarnar er fyrrverandi stjórin í PET, sigur hann. Eisini ábyrgarblaðstjórin á Radio24Syv væntast at verða ákærdur.
- Alt málið er blást út av proportiónum, sigur hann og vísir á, at hann heldur dekningurin hjá útvarpsstøðini hevur verið skilagóður.
Í bókini "Syv år for PET" greiðir fyrrverandi stjórin í fregnartænastuni Jakob Scharf frá um fleiri konkret yvirgangsmál, og hann greiðir frá donskum samstarvi við útlendskar fregnartænastur. Longu nú er greitt, at hann verður rættsforfylgdur fyri sín leiklut í bókini. Fyrr í ár reisti statsadvokaturin í Viborg ákæru móti Scharf fyri at hava endurgivið trúnaðarupplýsingar.
/ritzau/