Ein kanning, sum fakfelagið hjá teimum donsku hermonnunum hevur latið gera, avdúkar, næstan 300 danskir hermenn, sum hava verið í Balkan, Irak ella Afghanistan, royndu at taka lívið av sær, eftir at teir vóru komnir heimaftur.
Kanningin, sum umfatar 303 fyrrverandi hermenn, vísir, at 281 hermenn royndu sjálvmorð eftir heimkomuna, og at 177 teirra gjørdu meiri enn eina roynd.
Ein talsmaður fyri fakfelagið hjá hermonnunum sigur, at talan er um ein trupulleika, sum eingin hevur givið sær far um, og sum herurin ikki megnar at loysa einsamallur.