- Við at taka seg úr veðurlagsavtaluni, hevur USA slept síni støðu sum heimsins leiðandi makt.
Somikið bersøgin var Lars Løkke Rasmussen í dag í talu í samband við grundlógardagin.
- Sum eg skilji støðuna, so hevur USA misskilt síni egnu áhugamál og teir undirspæla sín leiklut sum altjóða leikari. Teir hava í veruleikanum melda seg úr spælinum og tað fær meg at óttast, segði Lars Løkke Rasmussen.
Mette Frederiksen úr danska javnaðarflokkinum, tekur undir Lars Løkke Rasmussen.
- Vit hava brúk fyri stórum tjóðum at arbeiða móti veðurlagsbroytingum. Tjóðum, sum skilja altjóða spælireglurnar. Hetta fer einans at økja um ófriðin kring veðurlagsbroytinarnar, segði Mette Frederiksen.