Danskir næmingar fóru til Svøríkis – komu heim aftur við koronavirus

Miðnámsskúlin, har tey ungu ganga, hevur gjørt av at avlýsa alla skúlagongd fyri fyrstaársnæmingar í tvær vikur

12 miðnámsskúlanæmingar úr Roskilde Katedralskúla fóru av sínum eintingum ein túr til Svøríkis Kristi himmalsferðardag. Komnir heim aftur til Danmarkar finna teir útav, at fimm teirra eru smittaðir við koronavirus.

Rektarin á Roskilde Katedralskúla, Claus Niller Nielsen, hevur gjørt av at avlýsa alla fysiska undirvísing fyri fyrstaársnæmingar í 14 dagar og í staðin hava fjarundirvísing á netinum.

Hetta skrivar TV2 Lorry í dag.

Sambært danska miðlinum hava teir smittaðu næmingarnir verið í skúla, áðrenn teir fingu staðfest koronavirus.

Danska Uttanríkismálaráðið mælir annars enn til, at mann ikki ferðast óneyðugt. Hetta veri seg eisini ferðir til Svøríkis, sum er eitt hanagleiv úr Danmark.

Men tað eru nógvir danskarar, sum ferðast til Svøríkis í hesum døgum, og serliga er tað blivið populert millum danir at fara til Malmø. Men hetta verður sum sagt frámælt av myndugleikunum, m.a. fyri at tryggja, at mann ikki tekur koronasmittuna við sær til landið – eins og hesir næmingarnir úr Roskilde Katedralskúla nú hava gjørt.