Danskir politikarar óttast at Putin fær valdið á Føroyum

Ein føroysk fríhandilsavtala við Russland er at bjóða Vlademir Putin vælkomnum í danska Kongaríki. Tað dámar ikki donskum politikarum, sum halda lítið um føroyska Russland-fjepparíið

Í morgin kemur Mette Frederiksen á sína fyrstu almennu ferð til Føroya. Martin Lidegaard, fyrrverandi uttanríkisráðharri, ávarar um, at Føroyar gera fríhandilsavtalu við Russland.

Kristiligt Dagblad ger í kvøld nógv burtur úr Føroyum og ætlanum um at gera fríhandilsavtalu við Russland og fleiri aðrar fyrrverandi Sovjetrepublikkir.

– Tað ljóðar sum ein aprílsøga, men sum tey flestu vita er liðið væl út á heystið, og ein høgur embætismaður í føroyska uttanríkisráðnum váttar fyri Kristiligt Dagblad, at samráðingarnar ganga framá, skrivar blaðið.

Og blaðið heldur fram:

– Talan er um eitt umstrítt mál fyri ríkisfelagsskapin og viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. Føroyingar haldar, at teir hava sín fulla rætt at gera eina fríhandilsavtalu við hvønn tað skal vera, tá tey mótvegis Danmark, ikki eru limir í ES og annars hava sjálvsavgerðarrætt yvir handils- og vinnupolitiksum málum.

Hinvegin eru fleiri danskir politikarar skeptiskir um samstarvið, tá ein fríhandilsavtala við Russlandi potentielt bjóðari Vladimir Putin innum í danska kongaríki. Teir halda tí, at talan er um ein trygdar- og uttanríkisspurning – eitt málsøki, sum enn hoyrir til Danmark. Ein av atfinnarunum er fyrrverandi uttanríkisráðharrin, Martin Lidegaard, fólkatingsmaður fyri Radikala Vinstra flokkin:

– Føroyingar skylda sær sjálvum at hugsa seg rættiliga væl um, áðrenn teir taka so víðgongd stig, sum at gera eina frí handilsavtalu við Russland. Tað er í fínast lagi, at teir handla við Russland sum vit onnur gera, men harfrá og so til at binda seg í tann tættasta áhugaøki, tá skal man hugsa seg væl um. Tað sigi eg ikki við atliti til Danmark, men við atlti til føroyingar sjálvur, sigur hann við Kristiligt Dagblad og kemur sjálvur til niðurstøðuna:

– Um tey gera seg búskaparliga budnin av Russlandi, so kann tað misnýtast, um Kreml ikki heldur, at russar fáa tað, sum teir ynskja.

Blaðið skrivar víðari, at tað var í fjør heyst, at umboð fyri táverandi landsstýrið í Føroyum og Evroasiska Samgongan, sum umframt Russland eisini hevur fyrrverandi sovjettrepublikkir sum Hvítarussland, Kasakstan, Kirgistan og Armenia sum limir, skrivaðu undir eina ætlanaryvirlýsing um fríhandil. Í stuttum so er Euroasiska Samgongan ein tollsamgonga, sum síðani 2015 hevur arbeitt fyri at einstátta reglar, standardir og handilsmøguleikar, eins og vit kenna tað frá ES.

Undirskrivingin fekk ikki nógva umrøðu í Danmark, og síðani hevur tilgongdin kring fríhandilsavtaluna eisini livað sítt stilla lív – í øllum førum alment, skrivar blaðið.

– Men í morgin fer Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, á sína fyrstu almennu vitjan í Føroyum, og sjálvtum hon alment vitjar landið og tey 51.000 fólkini fyri at heilsa upp á nýggja løgmann, sigur forsætisráðfrúan í eini fráboðan undan vitjanini, at hon »godt forstår Færøernes ønske om en større rolle i udenrigs- og sikkerhedspolitikken«.

Endurgevingin er í framhaldi av setanarøðu hennara, tá Fólkatingið varð sett, tá hon segði at »interessen for Arktis trækker Færøerne og Grønland længere ind på den internationale scene«.

Hon boðaði síðani frá, at samskiftið millum tey trý londini í ríkisfelagsskapinum eigur at styrkjast.