Danska Jeanette Ottesen vann í dag gull í 100 metrar frísvimjing í heimsmeistarakappingini í Shanghai. Kappingin var sera spennandi, ja, so spennandi, at Jeanette Ottesen og hvítarussiska Aliaksandra Herasimenia fingu hvør sítt gullmerki. Tær báðar komu á mál við tíðini 53,45 sekund. Tað var 0,04 sekund seinni enn norðurlendska metið, sum Jeanette Ottesen setti í HM-kappingini í Rom fyri tveimum árum síðani.
Jeanette Ottesen svam eisini í 100 metrar firvaldssvimjing fyrr í vikuni, men endaði á 11. plássi, so sigurin í dag var kærkomin.