Danskur felagsfótbóltur nummar 12 í Europa

Tað gongur sum eftir ánni hjá FC Keypmannahavn í Champions League kappingini, og tað kastar væl av sær bæði fíggjarliga og ítróttarliga.

 

Men tað sum danski fótbóltsheimurin kann fegnast mest um er, at góðu úrslitini hjá FC Keypmannahavn hava givið donskum felagsfótbólti eitt fyribils 12. pláss í teimum europeisku felagskappingunum, kappingárið 2010-2011, og tá stendur FC Keypmannahavn við góðum møguleikum at spæla seg víðari til áttandapartsfinalurnar.

 

FC Keypmannahavn, OB, Brøndby og Randers hava higartil útvegað donskum felagsfótbólti 24,5 stig á yvirlitinum hjá UEFA, og tá hevur FC Keypmannahavn tveir dystir eftir í Champions League bólkaspælinum. OB hevur eisini tveir dystir eftir í Europa League bólkaspælinum. Donsku felagsliðini hava eitt snitt higartil, sum vísir 4.900.

 

Týsku liðini eru higartil best í teimum europeisku kappingunum við einum snitti uppá 8.883. Ongland er nummar tvey við einum snitti uppá 8.642, meðan Portugal er nummar trý við einum snitti uppá 8.200. Spania er nummar fýra við 7.214, meðan Italia er nummar fimm við 6.571. Men enn er nógv eftir at spæla um.

 

Yvirlitið hjá teimum føroysku liðunum er ikki so hugaligt at lesa. Føroysku felagsliðini eru nummar 51 av teimum 53 limalondunum í Europa. Føroyameistarnir úr HB hava bjargað føroyskum felagsfótbólti undan síðsta plássinum við tí minniliga 1-0 sigrinum á Red Bull Salzburg.

 

Føroysku liðini hava eitt snitt uppá 0.250, San Marino hevur eitt snitt uppá 0.166, meðan Andorra hevur 0.