Danskur gandakallur vitjar

Tíðindaskriv

Ein tann virknasti danski undirhaldarin fyri børn fer at ganda og spæla klovn til stórt barnatiltak á ólavsøku. Trølla Pætur og omman verða noydd at renna undir løgregluni, sum fer at leita eftir teimum
Tórshavnar Ítróttaráð spílar seg rættiliga út við tiltøkum til børnini á ólavsøku. Tað hevur sjáldan áður verið so nógv spennandi á skránni í tjaldinum í Kommunuskúlagarðinum, sum tað er á hesari ólavsøkuni.
Ólavsøkuaftan og ólavsøkudag verður stórt barnashow við danska undirhaldaranum Niels Plys, Trølla Pætur, Trølla ommuni og Erling politisti.
Niels Plys er vorðin besti vinurin hjá donskum børnum. Hann er víðagitin í Danmark fyri sítt stuttliga undirhalda og tey ørandi gandakynstrini.
Niels Plys hevur úr at gera. Hann er fastur undirhaldari á kenda feriustaðnum Lalandia, og hann ferðast eisini kring alt Danmark og í útlandinum við sínum undirhaldandi showi.
Hann fær børnini at flenna í kíki, tá hann spælir klovn, og hann fær tey at stara púra bðtt, tá hann vísir gandakynstur síni. Her er talan um barnashow á høgum stigi.
Trølla Pætur og omma hansara hava seinastu tíðina arbeitt við einum nðggjum filmi, og tey hava gjørt upptøkur bæði heima og úti. Tey hava eisini verið á rock ´n roll skeiði uttanlands, og omman er blivin púra vill. Hon hevur lokkað Trølla Pætur til at gera eitt rockshow á ólavsøku, og tað verður tjaldinum í Kommunuskúlagarðinum.
Har verður mangt og hvat á skránni, nógvir góðir sangir, skemt og ymiskt undirhald.
Tiltøkini við trøllunum og gandakallinum verða í tjaldinum í Kommunuskúlagarðinum ólavsøkuaftan kl. 19.00 og ólavsøkudag kl. 18.30.