Leygarkvøldið verður stórt dansitiltak í ítróttarhøllini í Vestmanna, har bólkarnir Twilight, Vestern og Paprika fara at spæla. Tað er ungtemplarafelagið Heyggur, sum skipar fyri.
Og vestmenningar hava náttbussin, sum syrgir fyri, at fólk koma væl og virðiliga aftur til hús eftir slíkt tiltak.
Klokkan fýra sunnumorgunin fer bussurin úr Vestmanna og koyrir til Kvívíkar, Kollafjarðar og til Havnar.
Ymiskir bólkar
Twilight er kendur bólkur, sum spælir góðan dansitónleik.
Vestern er bólkur, sum helst fær nostalgiina at blóma hjá onkrum sum rokkin er teimum hálvthundrað.
Í tíðindaskrivi sigur Heyggur, at Vestern spældi nógv í sekstiárunum, og ikki munnu tey vera so fá, sum funnu saman hesi kvøldini. So hvør veit, um ikki onkur tilkomin vestmenningur, ella aðrastaðni frá fyri tann skuld, hevur hug at lætta sær á aftur leygarkvøldið.
Triði bólkurin, sum fer at spæla í ítróttarhøllini í Vestmannaleygarkvøldið, er rímuliga nýggjur bólkur, við vælkrydraða navninum Paprika.
Bólkurin er mannaður við fólki av Toftum og úr Vestmanna, og hevur spælt nakrar ferðir til dans í Dansistovuni í Vestmanna. Og hesin bólkurin er væl umtóktur millum ungfólk, verður sagt í tíðindaskrivinum.
Ørðvísi dansur
Ungtemplarafelagið Heyggur er partur av fráhaldsrørsluni.
Heyggur er limafelag í UTF, sum er ungmannafelagsskapurin hjá altjóða rørsluni IOGT.
Og sagt verður, at tá soleiðis er, verður ikki sum á vanligum dansistøðum.
Í ítróttarhøllini í Vestmanna verður ikki møguligt at keypa sterkt øl og brennivín, sigur Ungtemplarafelagið Heyggur í tíðindaskrivinum.
Eigur Dansistovuna
Ungtemplarafelagið Heyggur eigur Dansistovuna í Vestmanna, sum brúkt verður í felagsarbeiðinum.
Tað eru 12 ár síðan, Heyggur keypti Dansistovuna, og hevur mesta orkan hesi árini verði løgd í at gjalda húsið
Við rættiliga góðum stuðli frá bygdarfólkinum og fyritøkum í Vestmanna er hetta mál nú rokkið, og seinastu lánini verða væntandi goldin í november.
Men umvælingarnar fara nú at melda seg.
Í løtuni verður húsið umvælt uttan. Bjálvað verður og nýggjur klædningur lagdur á. Gólvið er gjørt av nýggjum og sær út sum nýtt. Sagt verður, at húsið er í góðum standi og lýkur øll krøv, sum brunaumsjónin setir.
Fíggingin av slíkum virksemi er tann vanliga. Lutaseðlar, bingo, tombola og ikki minst stuðul frá bygdarfólki og fyritøkum, sigur Heyggur í tíðindaskrivinum.
Húsið er opið fyri limum týskvøld og hóskvøld. Annars verður tað leigað út til ymiskar samkomur. Sagt verður, at eini 120 fólk fáa sitið til borðs í húsinum.
Tiltakið leygarkvøldið er ætlað at hjálpa til við fíggingini av umvælingunum.