Svenski fíggjarmálaráðharrin, Anders Borg, sigur nú, at ein búskaparmeting, sum stjórnin legði fram í september, var alt ov bjartskygd. Metingin heldur ikki, tí gongdin hevur ikki verið so jalig sum mett, og tí kemur stjórnin við einari nýggjari framtíðarmeting innan ársskiftið.
Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2013 hevur svenska stjórnin mett, at búskaparvøksturin verður 1,6 prosent í ár, 2,7 prosent næsta ár og 3,7 prosent í 2014, men nógvir búskaparfrøðingar hava ávarað um, at hendan metingin fer ikki at halda. Teir hava nú fingið rætt, og tí kemur stjórnin við einari endurmeting, sigur Anders Borg (myndin).
Svenski tjóðbankin sigur í sínari framtíðarmeting, at búskaparvøksturin verður 0,9 prosent í ár og bara 0,7 prosent næsta ár.