Datt úr mastur og doyði

Umborð á týska seglskipinum, Gorch Fock, sum er á veg til Føroya, hendi ein vanlukka sunnukvøldið, sum hevði við sær, at ein maður lat lív

Óhapp

Íslendska blaðið Vísir, visti mánamorgunin at siga, at ein maður var sunnukvøldið dottin úr mastrini á týska seglskipinum, Gorch Fock.
Klokkan 23.30 sunnukvøldið, fekk íslendska bjargingartænastan boð um, at ein maður var dottin úr mastrini niður á dekkið á Gorch Fock, og at maðurin hevði fingið álvarsligan skaða. Boð vóru send eftir tyrlu. Skipið var tá 83 míl sunnanfirði Hornafjørð. Góðar tveir tímar seinni staðfesti læknin umborð á seglskipinum fyri bjargingartænastuni í Íslandi, at maðurin var deyður. Tyrlan kom eftir deyða manninum og flutti hann til lands.