- Tað hevði verið áhugavert at fingið eitt kjak um, hvørt tað er rætt at loysa ansingar- og umsorganaruppgávur við GPS, og um slíkt eftirlit er valdsnýtsla ella møguliga tvørturímoti ein liður í umsorganini, sigur Dátueftirlitið, nú stovnurin hevur fingið ein fyrispurning um júst hetta.
Dátuefturlitið hevur fingið ein fyrispurning um, hvørja støðu tað hevur til at GPS verður sett á minnisveik.
Dátuefturlitið vísti til eina grein um GPS á minnisveik, ið ein ráðgevi hjá Dátueftirlitinum hevði skrivað, og sum lýsti støðuna hjá Dátueftirlinum um hetta evnið.
Í greinini verður víst á, at eftirsum ongin serlóg er á hesum øki í Føroyum, er persónsupplýsingarlógin galdandi og sambært persónsupplýsingarlógini skal gerast ein meting av, hvørt áhugamálini hjá avvarðandi ella bústovnum fyri at nýta GPS viga tyngri enn fyrilitini fyri tí minnisveika.
Hetta er ein torfør uppgáva at meta um, tí tað eru so nógvir ósvaraðir spurningar, sum stingaseg upp – spurningar sum fakfólk eiga at taka støðu til, m.a. í hvørjum føri skal GPS nýtast, hvussu minnisveik skulu fólkini vera, hvør skal geva samtykki, um persónurin sjálvur ikki er førur fyri at gera tað, skal ein læknalig meting gerast í hvørjum einstøkum føri, og hvør kann fáa atgongd til upplýsingarnar frá GPS ́aranum.
Í Danmark er ein serlóg galdandi fyri hetta økið. Har er tað sokallaða “Serviceloven”, sum regulerar hetta økið. Um so er, at tann minnisveiki ikki sjálvur er førur fyri at geva eitt samtykki, kunnu sosialir myndugleikar í ávísum føri geva loyvi til, at GPS kann nýtast í eitt avmarkað tíðarskeið. Í Servicelógini eru tó sera strong krøv til, nær sosialir myndugleikar kunnu geva loyvi. Eitt krav er, at tað skal vera alneyðugt, at nýta GPS ́aran, og tað skal vera próvfast, at tann minnisveiki við at fara frá húsum kann seta seg sjálvan ella onnur í vanda. Støðugt at kunna yvirváka, hvar ein persónur er, verður mett at vera skerjandi fyri persónliga frælsið, so tískil skal nýtsla av GPS vera síðsti útvegur.
At enda verður í greinini sagt, at tað er ein trupulleiki, at serreglur vanta á hesum øki, og er hetta eitt mál, landsins politikarar áttu at tikið upp. Tað hevði verið áhugavert at fingið eitt kjak um hetta evnið, hvørt tað er rætt at loysa ansingar- og umsorganaruppgávur við GPS, og um slíkt eftirlit er valdsnýtsla ella møguliga tvørturímoti ein liður í umsorganini.
Hetta skrivar Dátueftirlitið í ársfrágreiðingini fyri 2013.