David Silva hevur nú kunngjørt, at komandi kappingarárið, verður tað seinasta kappingarárið hjá honum í Manchester City. Silva er vorðin 30 ára gamal og hevur spælt 395 dystir fyri felagið úr Manchester.
David Silva hevur vunnið fýra Premier League meistaraheitir, umframt tað hevur hann vunnið tvey FA cup og fýra Liga Cup, við Manchester City.
David Silva kom til Manchester City frá Valencia í 2010, og gongur ímóti tíggjunda árinum, sum Manchester City spælari.
"tíggju ár er nógmikið fyri meg, eg havi elska tíðina í felagnum, men hetta er júst rætta tíðspunkti at takka fyri meg. Felagið vildi hava meg at spæla tvey kappingarár avtrat, men tíggju er eitt gott runt tal fyri meg. Eg kann aldrin spæla ímóti City við einum øðrum liðið, og eftir tíggju ár, er mín tíð í Onglandi av.
segði spanski miðvallarin á tíðindafundi í Gran Kanaria í gjár.
Hetta verður ein stórur missur fyri Manchester City, og enskan fótbólt sum heild. Tá ið David Silva er liðugur í Onglandi, fer hann at teljast ímillum teir besti, ið nakrantíð hava rørt vøllin í enskum fótbólti.