DBU noktar Barcelona

DBU boðar í dag frá, at Barcelona ikki sleppur at lata fótbóltsskúla upp í Danmark

Fyrst í hesum mánaðinum boðaði spanska stórfelagið, FC Barcelona frá, at felagið hevði ætlanir um at lata ein fótbóltsskúla upp í Danmark, ið hevði til endamál at útvikla góðar fótbóltsspælarar, sum møguliga einaferð kundu koma uppá tal til besta liðið hjá Barcelona.

 

Ætlanin var at opna fótbóltsskúlan í Ballerup, har børn í 6-7 ára aldrinum fyrst skuldu til upptøkuroynd, áðrenn tey kundu verða góðkend á fótbóltsskúlanum. Síðani var ætlanin at venja hesi børnini upp allan vegin gjøgnum eitt elitært ítróttarumhvørvi, sum síðani skuldi gera, at uppaftur fleiri danskir leikarar kundu koma undan, tá teir gjørdust eldri.

 

Men DBU hevur í dag noktað FC Barcelona at opna hendan fótbóltsskúlan upp í Danmark. Orsøkin er tann, at DBU sigur, at donsk børn ikki hava gott at at vera vaksin upp í einum beinhørðum vinn ella forsvinn umhvørvi. Bent Christensen frá DBU segði í dag við ekstrablaðið.

 

-       Vit kunnu ikki standa við, at børn í 6-7 ára aldrinum skulu til upptøkuroynd fyri at vera upptikin á hesum fótbóltsskúlanum, har tey síðani skulu innganga í einum elitærum ítróttarumhvørvi frá fyrsta degi.

 

Tað eru eisini aðrar orsøkir til at DBU hevur valt at noktað FC Barcelona at opna akademi’ið. Sum skilst eru DBU eisini bangnir fyri, hvat fyri ávirkan tað kann hava á børnini at vera í einum so hørðum umhvørvi, meðan DBU eisini óttast, at fótbóltsskúlin hjá FC Barcelona kemur at taka ov nógvar av teimum góðu, ungu leikarunum, í teimum smærru donsku feløgunum.

 

Les eisini: Barcelona framleiðir flestar spælarar