Deco til Chelsea

Nýggi venjarin hjá FC Barcelona, Josep Guardiola, kunngjørdi stutt eftir starvssetan sína, at hann ikki vildi hava Deco í hópinum. Síðan Luis Felipe Scolari bleiv kunngjørdur nýggjur venjari í Chelsea, hava søgurnar av álvara gingið um, at Deco, sum hevur leikt undir Scolari á portugisiska landsliðnum, skuldi koma við honum til felagið.

Tíðindini eru í kvøld váttað á heimasíðuni hjá Chelsea. Deco hevur skrivað sáttmála við Chelsea, og roknað verður við, at prísurin hevur verið umleið 80 mió. kr.