Deco tryggjaði stigini

Portugisiski landsliðsspælarin Deco var stóri maðurin, tá Chelsea vann á Wigan í gjár. Miðvallarin sendi eitt fríspark beinleiðis upp í málhornið. Chelsea hevði gott tak á dystinum, og í seinna hálvleiki megnaði Wigan ikki at hótta London-liðið, og tey trý stigini endaðu tí í skjáttuni hjá Chelsea, sum hevur vunnið báðar teir fyrstu dystirnar í Premier League.