Eftir meir enn 30 ára gitingar og loynidómar kom tað fyrr í ár fram, hvør keldan aftanfyri Watergate gøluna var. 31. mei steig fyrrverandi FBI varaovastin, 91 ára gamli Mark Felt umsíðir fram og avdúkaði, at hann var tann sonevndi Deep Throat, sum lat journalistunum Bob Woodward og Carl Bernstein upplýsingarnar, sum til endan førdu til, at Nixon mátti fara frá sum forseti.
Og nú er so bókin um stóra loyndarmálið eisini komin. Í Watergates Deep Throat greiðir Bob Woodward frá, hvussu hann hitti Mark Felt, teirra fløktu skipan av loyniligum signalum, kotum og fundum, hvussu tað eydnaðist bæði Felt at fjala síni spor innanhýsis í FBI og Woodward og Bernstein at halda sína keldu loyniliga.
Watergates Deep Throat er ein blanding av njósnara-, samtíðar- og politiskari søgu. Men fyrst av øllum er hon, sambært ummælarum, eitt skúladømi um framúr góðan journalistikk. Trúfastur sum altíð móti sínum faki, kemur Woodward heldur ikki hesuferð til nakra endaliga niðurstøðu um eitt nú motivini hjá Mark Felt.
Við til søguna hoyrir eisini, at Woodward fekk loyvi at avdúka Deep Throat longu fyri fimm árum síðani. Men hann lat vera. Mark Felt varð tá vorðin dementur, og keldan hjá Woodward harvið ikki longur álítandi ...