Fongslaður í fýra vikur

Ein maður er skuldsettur fyri at stjala ein bil og fyri harðskap – í trimum førum

Seinnapartin í dag er ein maður varðhaldsfongslaður í fýra vikur. Hann er skuldsettur fyri stuldur, og fyri harðskap. Í hesum sambandi er hann skuldsettur fyri at stjala ein bil í miðbýnum í Havn. Bilurin varð funnin aftur heilt stutt aftan á, men tá hevði hann fingið nakað av skaða.

 

Somuleiðis er maðurin tikin fyri harðskap – í trimum førum. Løgreglan sigur, at tey trý fólkini, sum hava verið fyri harðskapi, hava ikki fingið nevnivert. av skaða. Men løgreglan metti kortini málið at vera so álvarsligt, at maðurin varð handtikin og førdur fyri rættin til grundlógaaravhoyringar. Og har gjørdi dómarin av, at hann skuldi varðhaldsfongslast í fýra vikur.