Ummælari: Vit vilja svíma

Nú Norðurlandaráðið týsdag fyrrapart avdúkaði árligu virðislønirnar, eru ikki minni enn tvey føroysk listaverk millum vinnararnar. Bæði vinnarar og tilnevnd til virðislønir Norðurlandaráðsins verða fagnað í Norðurlandahúsinum í dag klokkan 17.

Tvær stórar virðislønir!!!

 

Vit vilja svíma og detta uppeftir í senn.

 

Vónbjørt Vang hevur vunnið bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri yrkingasavnið Svørt Orkidé og filmurin Seinasta Paradís á Jørð v/ Sakarisi Stórá (leikstjórn og handrit), Mads Stegger og Tommy Oksen (handrit) umframt Jón Hammer (framleiðsla) hevur vunnið filmsviðursløn Norðurlandaráðsins.

 

Soleiðis skrivar Kinna Poulsen á listaportal.com.

 

Sum kunnugt stríddist Móses í fjøruti ár áðrenn hann hómaði lovaði landið, men í ár, nú 39 ár eru liðin síðan Rói Patursson vann virðislønina fyri frálíka yrkingasavnið Líkasum, hendi tað loksins aftur, at ein føroyingur vann Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins og aftur hesa ferð er talan um eitt yrkingasavn. Tað eru stórtíðindi av sonnum, skrivar Kinna Poulsen.

 

Les meira á leinkjuni niðanfyri, har Kinna Poulsen viðgerð hesi stórtíðindi og hevur viðmerking frá føroysku vinnarunum.

 

DUPULT FØROYSK LISTASENSATIÓN — Listaportal