Týskvøldið spældu Rannvá Olsen og liðfelagar hennara í Ejstrup/Hærvejen dyst á heimavølli í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.
Á vitjan var AGF. Í fyrra hálvleiki gekk væl í hond hjá heimaliðnum, ið var á odda 14-12 í steðginum. Men í seinna hálvleiki var AGF omaná, og vann at enda dystin 30-26. Rannvá var noterað fyri tvey mál.
Ejstrup/Hærvejen er nummar seks í deildini við seks stigum. Holstebro er fremst í deildini við fullum stigatali, 12 stigum fyri seks dystir.
Leygardagin klokkan 13.30 spælir Ejstrup/Hærvejen dyst á útivølli móti Roskilde.