Minningarløta við kanónina

Tiltakið verður hósdagin, 23. oktober klokkan 15, og tað er í morgin

Nú tað eru liðin 80 ár, síðan seinni heimsbardagi endaði, verður minningarløta fyri teimum sjólátnu, sum fórust undir krígnum, og løtan verður við kanónina á Nesi.

 

Tiltakið verður í morgin, 23. oktober. Byrjað verður klokkan 15 og bretski konsulin, Tummas H. Dam, verður hjástaddur.

 

Við minningarløtuna fer Alfred Olsen at siga nøkur orð, og menninir í Undirhúsinum fara at syngja.

 

Síðan fer Tummas Kannuberg, prestur, at halda talu, og Torleif Johannessen, sjómanstrúboðari, fer at leggja krans.

 

Eftir at menninir í Undirhúsinum hava sungið ein sang aftrat, verður kaffi, te og køkur at fáa, og øll eru hjartaliga vælkomin.