Hans Tórgarð fekk M. A. Jacobsen fyri mentanaravrik

Hann fekk virðisl

Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik verður latin Hansi Tórgarð, sum í mong ár hevur verið sjálv ímyndin av føroyskari leiklist.

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Hans Tórgarð, sum í mong ár hevur verið ímyndin føroyskari leiklist í mong ár fekk M. A. Jacobsens virðisløn fyri mentanaravrik við hesi grundgeving:

 

Hans Tórgarð telist millum fremstu listafólk, ið Føroyar hava fostrað. Vitborin og eldhugaður bæði sum sjónleikari, leikstjóri og týðari hevur hann sett djúp spor eftir seg í føroyskari leiklist og týðing.

 

Sum sjónleikari er hann fjølbroyttur og megnar at rúnabinda áskoðaran við sínum meistaraliga spæli. Sum týðari hevur hann flutt heimsbókmentir og leikrit yvir í eitt leikandi lætt føroyskt mál.

 

Týðingin av stórverkinum Hamlet skarar framúr og stendur eftir hann sum ein sannur varði.

 

Hóast avbjóðingar og truplar umstøður innan føroyska leiklist megnar eldhugin og kærleikin hjá Hansi til listina at sannføra okkum um, at yrkisleiklistini er lív lagað í Føroyum.

 

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen