Áki D. Samuelsen heldur fram við sínum góðu avrikum í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.
Í kvøld spældu Áki og liðfelagarnir í Ranheim dyst á EXTRA Arena leikvøllinum í Tróndheimi móti gamla liðnum hjá Meinhardi E. Olsen, Mjøndalen.
Ranheim vann dystin 3-0. Ranheim skoraði øll málini innanfyri teir fyrstu 25 minuttirnar. Longu í øðrum minutti legði Áki Ranheim á odda úr stuttari fjarstøðu, tá Seydina Diop fann Áka inni í brotsteiginum hjá Mjøndalen. 10 minuttir seinni hælaði Áki bóltin hegnisliga til Jon Berisha, ið økti til 2-0. Tá 25 minuttir økti sami Jon Berisha til 3-0.
Áki hevur nú skorað 10 mál, og hevur lagt upp til átta mál higartil í kappingini.
Ranheim er nummar sjey í deildini við 42 stigum. Teir eru tvey stig aftanfyri Lyn Olso, ið er á sætta plássinum við 44 stigum.
Komandi leygardag klokkan 15 spælir Ranheim dyst á útivølli móti suverena oddaliðnum, Lillestrøm, ið langt síðani hevur vunnið deildina, og harvið beinleiðis uppflyting.
HER ber til frá norska TV2 at síggja hæddarpunktini frá dystinum Ranheim-Mjøndalen 3-0 (3-0):
##med2##