USA kemur við fleiri revsitiltøkum móti Russlandi

Í dag hitti Nato-aðalskrivarin, Mark Rutte, amerikanska forsetan í Washington

- Vit fara skjótt at kunngera munandi skerpingar av revsitiltøkum móti Russlandi, sigur amerikanski fíggjarmálaráðharrin, Scott Bessent, í dag.

 

Sambært fíggjarmálaráðharranum verða nýggju revsitiltøkini helst kunngjørd longu í morgin.

 

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur áður hótt við nýggjum búskaparligum tiltøkum móti Russlandi, men higartil hevur hann ikki gjørt álvara av hesum.

 

Nato-lond hava eisini roynt at fáa USA at seta í verk harðari tiltøk móti russum, sum avleiðing av eirindaleysu krígsførsluni í Ukraina.

 

Í dag hitti Nato-aðalskrivarin, Mark Rutte, amerikanska forsetan í Washington.

 

Donald Trump hevur roynt at fáa í lag eina friðaravtalu millum Russland og Ukraina, men higartil hevur hetta ikki eydnast.

 

Ætlaði fundurin, sum skuldi verða í Budapest í næstum millum Vladimir Putin og Donald Trump, verður fyribils av ongum.

 

ES er eisini í holt við at fremja enn harðari revsitiltøk móti Russlandi, og øll limalondini eru samd um at seta í verk hin 19. revsipakkan.

 

Hetta veit tíðindastovan, NTB, at siga í kvøld.