Í tíðindunum hoyra vit ofta, at ”eingin doyði”, og vit fegnast sjálvandi um tað. Men álvarslig ferðsluóhapp henda enn, og fólk fáa skaða. Við hvørt stóran skaða. Tað hoyra vit kanska ikki líka nógv um í tíðindunum, og tí kann tað kanska vera torført at fyrihalda seg til. Kanska serliga hjá teimum, sum eru ung í dag og eru nýggir bilførarar.
Spildurnýggja átakið, sum Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur framleitt í samstarvi við Trygd og Betri trygging, snýr seg um, at tað er so nógv sum fær skaða, um tú koyrir ov skjótt, og tað endar galið í ferðsluni. Um tú gert skaða á onnur, so doyr okkurt innan í tær sjálvum. Tað sjálvsálitið, sum tú einaferð hevði, er ikki tað sama. Og tínir vinir síggja teg ikki á sama hátt. Og foreldrini eru ikki líka við uppá at læna tær bilin. Og missur tú koyrikortið, kanst tú missa alt frá læruplássi til starv ella aðrar framtíðarmøguleikar.
Vit skulu minnast til, at hóast #ongindoyði, so drepur ferð ofta nógv annað.
##med2##
Átakið byrjar 23. oktober og heldur fram í tríggjar vikur. Politiið ger ferðkanningar, meðan átakið er.