Tríggir landsliðsleikarar vóru á vøllinum í bestu donsku hondbóltsdeildini í kvøld.
Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg taptu á útivølli greitt 22-35 fyri Nykøbing Falster. Í fyrra hálvleiki var Viborg væl við, og var bert aftanfyri 13-14 í steðginum. Í seinna hálvleiki gekk av skriðuni.
Jana legði tó eitt gott avrik fyri dagin. Hon skoraði fýra mál og legði upp til heili átta mál.
Viborg er nummar fimm í bestu deildini við átta stigum.
Horsens uttan Mariu P. Nólsoy vann á heimavølli 31-26 (15-11) á liðnum hjá Maritu Mortensen, HØJ. Marita avrikaði tó væl í kvøld við trimum málum í trimum málroyndum, tveimum uppleggum til mál, og einum vunnum brotskasti.
Horsens er nummar níggju og HØJ er nummar 11. Bæði liðini hava fýra stig hvør.
Rakul Wardum og liðfelagarnir í Ringkøbing taptu á útivølli stórt 26-41 (15-18) fyri toppliðnum, Esbjerg.
Rakul bjargaði fýra av 15 málroyndum. Kappingarneytin, Stephanie Christensen bjargaði fýra av 20 málroyndum. So Rakul stóð seg betri í kvøld.
Ringkøbing er nummar sjey í deildini við seks stigum.