Pauli Mittún, Pætur Mikkjalsson og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne spældu í kvøld dyst á heimavølli í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.
Í SPAR NORD Boxen høllini í Nykøbing Falster vunnu suðuroyggjamenn 36-33 á KIF Kolding. Í steðginum var støðan javnleikur 18-18.
Pauli skoraði fimm mál, og Pætur skoraði eitt mál fyri heimaliðið.
Team Sydhavsøerne er triðfremst í deildini við 12 stigum. Fremst eru Skive og Aarhus við 14 stigum hvør.
Leygardagin 8. november spælir Team Sydhavsøerne dyst á útivølli móti Give.