Landsliðsliðskiparin, Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Storhamar spældu í kvøld dyst á heimavølli í bestu norsku hondbóltsdeildini.
Í Obos Arena eydnaðist tað Storhamar at vinna stórsigur 32-17 á Romerike Ravens. Í steðginum var heimaliðið á odda 19-11.
Tað lá væl fyri Pernille í kvøld, ið gjørdist toppskjútti hjá Storhamar við sjey málum. Og sambært heimasíðuni hjá norsku liguni var Pernille besti leikarin á vøllinum.
Storhamar er nummar trý í deildini við átta stigum. Larvik er fremst í deildini við 12 stigum.
Leygardagin klokkan 17 er dystur í Champions League á skránni hjá Storhamar. Tá tekur Storhamar á heimavølli móti franska liðnum, Metz.