Virðislønir M. A. Jacobsens og Barna­ment­an­ar­heið­urs­løn­in eru handaðar

Her eru grundgevingarnar fyri at lata teimum fýra heiðurslønirnar

Elin á Rógvi

 

Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2025 verður latin Elini á Rógvi fyri bókina Fornt.

 

Fornt er ein livandi nútíðarlýsing av barnalívinum. Ein spenningssøga, sum gongur fyri seg í veruleikanum og í tykisheiminum, og karmurin er telduspælið við sama navni, Fornt.

 

Heitið sipar til fornu sagnirnar, men speglar eisini navnið á telduspæli, sum nógv í Føroyum kenna. Fornt dregur og lokkar, eins og nykurin gjørdi fyrr. Sagnirnar gerast livandi, har børnini varnast ella jagstra.

 

Trupulleikin við skíggjum, ið eru stóra marran hjá foreldrum, verður væl lýstur. Høvundurin setir seg í støðuna hjá børnunum og teimum ungu, og samstundis fáa foreldrini eitt innlit, sum gevur teimum møguleika at skilja hesa ókendu verðina.

 

Við sagnverum í nútímans telduspæli byggir Fornt brúgv ímillum fortíð og nútíð. Kanska brúgvin fer at røkka inn í framtíðina, nú telduspælið er á føroyskum og gongur fyri seg í Føroyum.

 

Høvundurin leggur upp til at brúka føroyska umhvørvið og at samskifta á føroyskum.

 

Fornt er væl skrivað, og Elin megnar við einum livandi máli at byggja upp ein spenning, sum heldur fast í lesaran – til síðsta punktum.

 

##med2##

 

Marjun Syderbø Kjelnæs

 

Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir í 2025 verður latin Marjuni Syderbø Kjelnæs fyri skaldsøguna Marta Marta.

 

Høvundurin gevur svørt/hvítum myndum lit við erligum, rannsakandi lýsingum av menniskjum á tremur við vilja og óvilja, trauma og trúgv, og av einum lovaðum landi, sum ikki livir upp til øll lyftir.

 

Bókin leggur upp til, at vit hyggja við kritiskum eygum at tí, sum hevur mest at siga fyri okkum, og at vit tora at taka eina støðu, meðan vit alsamt eru opin fyri øðrum sjónarmiðum og øðrum søgum.

 

Ivin er tekin um eitt hugsandi menniskja, men eigur ikki at leggja okkum lamin í einum heimi, sum vit øll eiga lut í.

 

##med3##

 

Kinna Poulsen

 

Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir í 2025 verður latin Kinnu Poulsen fyri bókina Í eygnahædd. Um samtíðarlist í Føroyum í 21. øld.

 

Kinna Poulsen skrivar næstan dagliga um føroyska list. Hon skrivar við fakligari dýpd og persónligum broddi. Keðiligt er tað ongantíð. Áhugin logar í tekstinum og festir í lesaran. Í nýggju bók síni Í eygnahædd. Um samtíðarlist í Føroyum í 21. øld skrivar hon lætt og livandi um rák, verk og listaligar verkætlanir í okkara tíð. Kend listafólk verða sett í nýggjar samanhangir, og tey minni kendu, sum kanska ongin rættiliga hevði varnast, fáa ljós sett á seg. Listasøguligar træðrir rekir Kinna upp, tá tørvur er á tí, men samtíðarlistin er evnið. Í eygnahædd er snøgt bókaverk við góðum myndum og hóskandi uppseting og litum. Beinrakni stílurin er tann sami frá byrjan til enda. Avgjørt og inniliga gevur Kinna okkum eitt víðskygt og virðismikið innlit í list í Føroyum í okkara samtíð.

 

##med4##

 

Hans Tórgarð

 

Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik verður latin Hansi Tórgarð, sum í mong ár hevur verið sjálv ímyndin av føroyskari leiklist.

 

Hans Tórgarð telist millum fremstu listafólk, ið Føroyar hava fostrað. Vitborin og eldhugaður bæði sum sjónleikari, leikstjóri og týðari hevur hann sett djúp spor eftir seg í føroyskari leiklist og týðing.

 

Sum sjónleikari er hann fjølbroyttur og megnar at rúnabinda áskoðaran við sínum meistaraliga spæli. Sum týðari hevur hann flutt heimsbókmentir og leikrit yvir í eitt leikandi lætt føroyskt mál.

 

Týðingin av stórverkinum Hamlet skarar framúr og stendur eftir hann sum ein sannur varði.

 

Hóast avbjóðingar og truplar umstøður innan føroyska leiklist megnar eldhugin og kærleikin hjá Hansi til listina at sannføra okkum um, at yrkisleiklistini er lív lagað í Føroyum.

 

##med5##