Elsa Berg, borgarstjóri, handar Elini á Rógvi heiðurin. Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

M. A. Jacobsens virðisløn fyri »Marta Marta«

Marjun Syderbø Kjelnæs fekk M.A. Jacobsens virðislønina fyri fagrar bókmentir fyri skaldsøguna »Marta Marta«

Elsa Berg, borgarstjóri, handar Elini á Rógvi heiðurin. Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Í grundgevingini skrivar dómsnevndin soleiðis:

 

Høvundurin gevur svørt/hvítum myndum lit við erligum, rannsakandi lýsingum av menniskjum á tremur við vilja og óvilja, trauma og trúgv, og av einum lovaðum landi, sum ikki livir upp til øll lyftir.

 

Bókin leggur upp til, at vit hyggja við kritiskum eygum at tí, sum hevur mest at siga fyri okkum, og at vit tora at taka eina støðu, meðan vit alsamt eru opin fyri øðrum sjónarmiðum og øðrum søgum.

 

Ivin er tekin um eitt hugsandi menniskja, men eigur ikki at leggja okkum lamin í einum heimi, sum vit øll eiga lut í.

 

Elsa Berg, borgarstjóri, handar Elini á Rógvi heiðurin. Mynd: Bjarni Árting Rubeksen