Deiligar kvinnur í Havn

Plátuvendarin hjá Paris Hilton og øðrum heimsstjørnunum - danska Katrine Ring - verður ikki einasta kvinnan, ið fer at gera um seg á Asfalt-veitsluni í Havn komandi vikuskifti Ein ørgrynni av teimum bestu kvinnuligu føroysku tónleikarunum fara eisini á pall at fagna Havnini - Føroya einasta mini-metropoli.

 

Tann kendasta er kanska glamourøsa Guðrið Hansdóttir, sum er gitin fyri at hugtaka áhoyrarnar við sínum litføgru kjólum og norðurlendska poppi. Á Asfalt fer Guðrið at framføra løg frá debut-fløguni Love Is Dead og nýggju The Sky Is Opening. Forvitnisligt verður eisini at síggja og hoyra Onnu Háberg, sum fer at framføra jassut løg av fløguni Nakið. Sangirnir bera brá av, at Anna misti bæði foreldrini í einari syndarligari ferðsluvanlukku á Hvítusunnu 2007.

 

20-ára gamla Lív Næs úr Fuglafirði fer á pall saman við Niels Midjord at framføra norskar vísuklassikarar á føroyskum. Sangkvartettin KATA, ið framførir bulgarskar fólkasangir, telir nakrar av bestu sangarinnunum í Føroyum ? Eyð Berghamar, Unn Patursson, Katrina Petersen og Anna Maria Olsen. Violinisturin Rebekka Blak fer saman við restini av bólkinum 3st at framføra melodiskan popp-rokk við einum alternativum twisti. Heiðrun Petersen er eisini violinistur og hon spælir við í Doriu-kvartettini, sum bæði spælir í Dómkirkjuni og eisini luttekur á workshop við Sunleif Rasmussen á Asfalt.

 

Á ársins Asfalt-veitslu verða avrik hjá øðrum dugnaligum føroyskum kvinnum at síggja. Mótatiltakið Spírar bjóðar uppá sniðgeving frá Guðrun og Guðrun, Katrinu í Geil, Svanhild Strøm, Jóhonnu av Steinum, Beintu og Fridu Poulsen, Ann Højgaard, Elisu Heinesen, Elviru Thomsen og Onnu Kristin Bæk og øðrum.