Dekkini punkteraðu

Neyðugt var í gjár at seta annað flogfar í Keypmannahavn-Stavanger rutuna, tí bæði vinstru dekkini á flogfarinum hjá Atlantsflog punkteraðu Síðani SAS í fjør heyst gjørdi av at »grounda« øll tey gott 20 Dash-8 flogførini, sum í heilum høvdu trupulleikar, hevur danska flogfelagið leigað flogfør til rutur sínar, sum Dash-8 røktu. Millum feløgini, sum hevur leigað flogfør til SAS er Atlantsflog.

Flogførini hava flogið í rutuflúgving úr Keypmannahavn til millum annað Brüssels, London, Aberdeen og Stavanger, men hesin leigusáttmálin gongur út síðst í hesum mánaðinum.

Tá so flogfarið hjá Atlantsflog skuldi fara vanliga túrin til Stavanger seinnapartin í gjár, kom knappliga ein av brandbilunum hjá floghavnini ýlandi út til flogfarið. Løtu seinni fingu ferðafólkini at vita, og dekkini vóru blivin óvanliga heit, og at brandbilurin var komin at køla tey niður.

Seinni varð so boðað frá, at dekkini vóru punkterað. Tí varð neyðugt at kalla eina nýggja manning inn, so eitt annað flogfar kundi flyta ferðafólkini upp til Stavanger. Sambært øðrum av flogskiparunum varð hetta gjørt fyri at spara ferðafólkinum tíð, so tey ikki skuldu bíða eftir, at flogfarið hjá Atlantsflog skuldi skifta dekk.

Hóast tað sostatt bleiv neyðugt at skifta flogfar og at innkalla nýggja manning, varð ferðin ikki seinkað meiri enn 45 minuttir.