Seipaði dekk eru ikki heilt ókend í Føroyum. Lastbila- og bussførarar hava góðar royndir av seipaðu dekkunum, serliga í kava og hálku. Higartil hava seipaðu dekkini verið flutt inn í landið. Tað nýggja er, at nú ber til at fáa dekkini seipaði í Føroyum.
At seipa dekkini vil siga at dekkmynstrið verður skorið í skivur ella lamellir. Hetta hevur fleiri fyrimunir við sær sum t..d munandi betri vegtak í kava og hálku og á vátum vegi, dekkini verða ikki so heit undir koyring og slítast minni. Eisini gerast tey bleytari og larma minni undir koyring.
Fyri kundan er tað lætt og ómakaleyst at fáa dekkini seipaði. Hjólini verða tikin av bilinum og sett upp í seipimaskinuna uttan at taka dekkið av felguni.
Í okkara grannalandi, Íslandi, er tað heilt vanligt at t.d. jeepar koyra við seipaðum dekkum.
Dekksentrið varð stovnað í 1998, tá Gunnar Justinussen yvirtók dekksøluna frá P/F Meinhardt Arge. Fyritøkan er heildarveitari av dekkum og felgum til alt, sum koyrir. Dagligur leiðari á Dekksentrinum er Rúni Lindberg.