Demokratia harmast útsagnir frá floksleiðarum

Forkvinnan í Demokratia harmast, at formenninir í Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum ikki vilja geva nakað lyfti um, at kvinnur verða valdar í eitt møguliga ABC-landsstýri Hvørki Kaj Leo Johannesen ella Jørgin Niclasen vilja lova, at teirra flokkar fara at velja eina kvinnu í eitt møguligt ABC-landsstýri. Hetta hevur fingið forkvinnuna í Demokratia, sum virkar fyri øktari kvinnuligari luttøku í politikki, at gera vart við seg.

- Eg harmist, at hesir báðir stóru flokkar ikki vilja geva eitt lyfti um at velja kvinnu í eitt nýtt landsstýrið. Sjálvandi skulu førleikar til starvið koma fram um kynið, men eg ivist ikki í, at tað finnast líka nógvar egnaðar kvinnur sum menn í hesum báðum flokkum, sigur Sólfríð Fjallsbak, forkvinna í Demokratia.

Hon heldur, at nýggja ABC-samgongan ikki bert skal miðja eftir at hava onkra einstaka kvinnu í landsstýrinum, men royna at fáa javnstøðu millum kynini í landsstýrinum.

- Tað hevði verið eitt greitt signal at sent, nú kommunuvalið stendur fyri framman. Politikararnir í løgtinginum siga seg taka undir við javnstøðu, og nú hava teir eisini møguleikan at vísa tað í verki, sigur Sólfrið Fjallsbak.