Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu
----
Føroyar skal vera eitt fjølbroytt oyggjasamfelag, har fólk á øllum útbúgvingarstigum kunnu búgva og virka kring landið.
Seinastu árini hevur høvuðsstaðarøkið drigið alt meira til sín, og stórur partur av almennu fyrisitingini er í miðøkinum. Tað er sjálvandi ein natúrlig gongd, at høvuðsstaðurin verður sterkur, og tað skal hann eisini vera, men Føroyar verða ikki eitt meira spennandi og dragandi land, um vit savna alla umsiting í høvuðsstaðnum. Heldur eiga vit at styrkja økini úti um landið og geva fólki góðar og fjølbroyttar møguleika at búleikast her á landi.
Nú um dagarnar upplivdu vit, at Kommunulæknaskipanin varð løgd undir Heilsutrygd, sum heldur til í Klaksvík. Hetta er eitt gott dømi um, hvussu tað ber til at sentralisera desentralt, og eg fegnist um hesa samanlegging.
Fyri tað um tænastur ella stovnar verða løgd saman, er ikki neyðugt, at tað verður gjørt soleiðis, at virksemið verður savnað í høvuðsstaðnum. Tað ber saktans til at miðsavna fyrisiting úti um landið, og tað áttu vit at gjørt meira við.
Eitt dømi er ferðavinnan, sum kundi verið miðsavnað í Vágum, har vit frammanundan hava flogvøllin og annað ferðavinnuvirksemi. Eisini áttu myndugleikarnir at sæð týdningin av at savna umsiting, eftirlit, gransking og útbúgving innan fiskivinnu, í Føroya fiskivinnuhøvuðsstaði Klaksvík.
Litríkt samfelag
Uppskotið um tær sjey kommunurnar í landinum kundi verið nýtt sum útgangsstøði fyri at styrkja sjey kjarnuøkið í Føroyum, ið kundu havt ymiskar spísskompetansur. Við hesum kunnu vit geva fólki møguleikan at velja, hvar tey vilja búleikast.
Føroyar høvdu við hesum blivið eitt fjølbroytt og fleksibult samfelag, sum skapti hóskandi møguleikar og avbjóðingar fyri tey, sum búgva her á landi, og dró størri part av okkara ungu heimaftur eftir loknan lesnað í útlandinum. Hví skulu vit ikki hava møguleikan at búgva á Skála og arbeiða í umsiting í Klaksvík ella Vestmanna? Og hví skulu vit ikki kunnað búgva í Havn og arbeiða í Vágum ella búgva í Klaksvík og arbeiða í umsiting í Runavík?
Halda vit fram við gongdini, har vit sentralisera alt meira í høvuðsstaðnum og leggja upp til, at alt fleiri fólk eisini skulu búgva har, verða Føroyar við tíðini ein litleys vøra á hillini, har hinar vørurnar tykjast meira lokkandi. Lat okkum heldur skapa eitt fjølbroytt og spennandi oyggjasamfelag, har vit veruliga geva fólki møguleikan at velja, hvussu tey vilja búgva og arbeiða. Hetta hevði gjørt Føroyar til eitt litríkt og lokkandi samfelag, sum kundi staðið seg enn betri í hørðu kappingini um fólk og vitan.