Deyða Havið doyr

Ísraelsmenn og jordanar veita nú so nógv vatn úr Jordanánni, at stórur vandi er fyri, at tað kenda Deyða Havið verður turrlagt.

Ísraelski umhvørvismálaráðharrin, Yehudit neot, sigur við tíðindastovuna AP, at støðan er álvarssom. Eitt er, at ov nógv vatn verður tikið úr Jordanánni, men áhaldandi turkur í næstan fimm ár ger eisini sítt, sigur hann. Ísraelskar kanningar vísa, at vatnsstøðan í Deyða Havinum fellur umleið ein metur um árið. Nú verður tosað um, hvat skal gerast fyri at bjarga Deyða Havinum, og tað seinasta uppskotið er at grava eina veit ella at gera ein tunnil frá Akaba Víkini við Reyða Havið og at veita sjógv haðani norður í Deyða Havið. Serfrøðingar ivast kortini í hesari loysnini, tí teir vita ikki við vissu, hvussu tað fer at ávirka vatnið í Deyða Havinum, verður sjógvur veittur hagar.

Deyða Havið er sera væl umtókt frítíðarpláss, og bæði ísraelsku og jordansku megin vatnið eru fleiri gistingarhús.