Deyðadómur úr gildi

Í Týsklandi hava myndugleikarnir ógildað deyðadómin, sum tann 24 ára gamli niðurlendingurin Marinus van de Lubbe fekk fyri at hava selt eld á Ríkisdagin í Berlin tann 27. februar í 1933. Adolf Hitler var vorðin ríkiskanslari stutt frammanundan, og hann brúkti eldsbrunan sum umbering fyri lógum, sum millum annað settu tali- og pressufrælsið úr gildi. Marinus van der Lubbe bleiv hálshøgdur í Leipzig tann 10. januar í 1934. Í 1967 gjørdu týsku myndugleikarnir av at broyta dómin til átta ára fongsul. Nú er revsingin so ógildað við teirri grundgeving, at rættarmálið fór ikki rætt fram, og at Marinus van der Lubbe bleiv dømdur eftir einari lóg, um bleiv sett í gildi við afturvirkandi gildi.