Deyðarevsing aftur í gildi

Nógv bendir á, at 15 menn, sum sita í palestinskum fongslum, kunnu vænta at verða avrættaðir í næstum. Teir 15 menninir eru dømdir til deyða, men tey seinastu trý árini er eingin deyðadómur fullførdur í teimum palestinsku sjálvsstýrisøkjunum.

Men nú sigur talsmaðurin hjá palestinska dómsvaldinum, at myndugleikarnir umhugsa at fullføra teir deyðadómarnar, sum eru sagdir. Saeb al-Qidwa sigur við tíðindastovuna AP, at ein serfrøðingur er settur at kanna deyðadómarnar, og at ætlanin er at fullføra dómarnar ímóti teimum 15 deyðadømdu monnunum seinni í hesum mánaðinum.

Síðani tað palestinska sjálvsstýrið bleiv skipað í 1994, eru 70 fólk dømd til deyða, men bara níggju dómar eru fullførdir. Tann seinasti var í august í 2002, tá tann 21 ára gamli Bashir Atari bleiv avrættaður fyri at hava skorið tvær kvinnur á háls.