Tað verður ávarað um listeria í tveimum frystivørum frá Coop Danmark. Talan er um “Coop ekstra søde majs” og “Ekstra søde majs”. Tí verða vørurnar nú afturkallaðar.
Maisposarnir eru posar á 650 g og eru framleiddir frá august 2016 til og við november 2017. Hóast júst hesir maisposarnir ikki verða seldir meir, mælir Coop Danmark fólki til at sleppa sær av við vørurnar, um mann skuldi havt tær í frystaranum.
Coop Danmark verður selt í Føroyum. Men óvist er enn, um júst hesar við vanda fyri at innihalda listeria eru seldar. Vørurnar eru í øllum førum seldar í flestu matvøruhandlum í Danmark.
Listeria er ein bakteria, sum kann vera at finna í nógvum gerandisvørum, og tað kann í ringasta føri vera lívshóttandi. Tað eru sum oftast persónar yvir 60 ár, ella persónar við ringari immunverju, ið gerast sjúk av bakteriuni, og fyrstu eyðkenni eru tey somu sum við fepri.
Hetta er møguligur partur av einum størri listeria-útbroti í Evropa, har nýggju persónar hava mist lívið. Meira sæst at lesa í tíðindaskrivi frá EFSA, sum er evropeiskur myndugleiki fyri matvørutrygd. Les meira her.
DAGFØRING: Maisposar við møguligum listeria eru seldir í Føroyum