Deyðshóttanir spøkja í HM

Brasilianski Fernandinho hevur fingið fleiri deyðshóttanir, eftir hann gjørdi sjálvmál. Hann er ikki tað einasta ofrið fyri rasismu og hóttanir hetta HM

Brasilianski framherjin Fernandinho átti ein leiklut í tapinum, tá Brasil fríggjadagin reyk úr heimsmeistarakappingini í fótbólti. Hann gjørdi sjálvmál, og hetta hevur fingið øsing í brasiliansk viðhaldsfólk. Hann hevur síðan dystin verið útsettur fyri grovari rasismu og er blivin hóttur við lívinum.

 

Hann er á sosialu miðlunum blivin kallaður fyri “apu”, og familjan hjá Fernandinho hevur eisini fingið hatursfull boð send.

 

- Maður tín hevur oyðilagt alt, hetta skrivaði ein brúkari m.a. til konu Fernandinho á Instagram.

 

Vanligvís plagar Fernandinho ikki at byrja inni hjá Brasil, men tað gjørdi hann hendan dystin, tí Casemiro hevði leikbann. Fernandinho spælir dagliga í Manchester City.

 

Hetta er ikki fyrstu ferð, rasisma og persónsfylgingar hava verið í ársins HM. Tá Týskland í seinasta minutti vann á Svøríki 23. juni, kom avgerandi málið eftir eitt fríspark, sum innskifti Jimmy Durmaz gjørdi. Durmaz feldi ein týskara beint uttan fyri 16-meturin í vinstru síðu, og tað fall ikki í góða jørð hjá nøkrum svenskarum. Durmaz, sum hevur turkiskar røtur, varð kallaður “sjálvmorðsbumbari” og biðin um at fara aftur har, hann er komin frá. Svenska landsliðið hevur tikið frástøðu frá hesum og komu eftir tilburðin við boðunum “Fuck rasismu”.

 

Danski framherjin Nicolaj Jørgensen var óheppin og brendi brotsspark, so at Danmark fór úr kappingini. Hetta fekk fleiri danir at seta seg við knappaborðið. Millum grovu viðmerkingarnar eru eyknevni, háðanir og hóttanir um at koma eftir honum og oyðileggja heimið hjá honum. DBU, danska fótbóltssambandið, hevur meldað málið til løgregluna.

 

Kolumbia fór úr HM eftir brotspark-kapping móti Englandi. Carlos Bacca og Marcos Uribe brendu fyri Kolumbia, og teir hava eisini fingið ótespilig boð sendandi. Illu kolumbiansku fjeppararnir hava eggjað teimum at gera enda á sær og sagt, at teir ikki skulu venda aftur til suðuramerikanska landið. Ein annar kolumbianari, ið hevur fingið deyðshóttanir, er Carlos Sanches, sum fekk reyða kortið eftir bert tríggjar minuttir ímóti Japan.

 

HM søgan tykist endurtaka seg, tí haturstala og hóttanir hevur onkursvegna sett seg fast í orðið hjá HM. Hóast FIFA tekur rasismu og slíkar hóttanir í allar størstum álvara, slepst ikki undan, at tað er ringt at gloyma lagnuna hjá Andres Escobar.

 

Andres Escobar, eisini úr Kolumbia, varð í 1994 skotin og dripin, eftir hann gjørdi sjálvmál í avgerandi dysti hjá Kolumbia. Santiago Escobar, sum er beiggi Andres stúrir fyri, at ein annar fer at blíva dripin, tí tað virkar ikki sum, at mann hevur lært nakað av lagnuni hjá Andres Escobar.