Deyðstilburðir: Noreg hevur klárað seg best

Tað er ymiskt millum skandinavisku londini, hvussu stórur prosentpartur av teimum, sum fingu korona-smittu, ikki bóru boð í bý.

 

NTB veit at siga, at í Danmark eru 9,5 fólk deyð fyri hvørjar 100.000 íbúgvar. Í Noregi er talið 4,3 - og í Svøríki eru 37 fólk deyð fyri hvørjar 100.000 íbúgvar.

Í Danmark eru út við 11.000 tilburðir við korona staðfestir, og her er talið av tilburðum rættiliga í minking. Seinasta samdøgnið eru 41 fólk í Danmark staðfest smittað, og hetta er lægsta tal av smittaðum í eitt samdøgur síðan hin 16. mars.

Samlaða talið av fólki, sum eru deyð av korona-smittu í Danmark, er 547. Út við 400.000 fólk eru kannað fyri virus, og seinastu dagarnar hava danir kannað eitt rættiliga stórt tal av fólki.

Nú talið av smittaðum í Danmark er minkandi, halda myndugleikarnir fram við at lata landið upp aftur - tó við teimum tilráðingum móti smittuspjaðing, sum framvegis eru galdandi.