Doddaskorð er millum Ritunøvu og Nýggjaberg í ein útnyrðing úr Fjallavatni, og sunnudagin vóru nakrir miðvingar farnir við seyði í Doddaskorð. Tá ið teir høvdu slept seyðinum, var ætlanin hjá tveimum at fáa sær nøkur havhestaegg, meðan hinir leitaðu sær til hús.
Men tað gekst ikki sum ætlað hjá tí 20 ára gamla, tí sum hann gekk loysnaði ein bøkkur undan honum og hann fór á glið. Fyrst datt hann 5 favnar og so aftur einar 6 favnar og upp aftur einar 50 metrar oman eftir einum bratta, har hann steðgaði.
Skilamaður
Tá vóru sum sagt teir flestu menninir farnir til hús, men Tummas Hans Gaardlykke var hin, ið eftir var, og hann var skjótur at fáa boðað løgregluni frá um tilburðin um 7-tíðina seinnapartin sunnudagin. Og meðan bíðað var, hevði Tummas Hans sum tann skilamaður hann er, ballað unga mannin í deyðagras og lundasinu fyri at halda hitan í kroppinum á honum. Hann hevði fingið onkran snuddin av fallinum.
Tyrlan hjá Atlantsflog fór beinanvegin avstað við 2 løgreglumonnum, lækna og 2 monnum frá Tyrludeildini, men hon fekk ikki sett seg tætt við, har ungi maðurin lá. Hon fleyg so aftur eftir 5 monnum aftrat, tí neyðugt var at bera unga mannin í børu upp bratta lendi, og sambært Regini Leonson, løgreglumanni í Vágum, tók tað sína drúgvu tíð at fáa mannin upp.
Breyt vinstra arm
Ungi maðurin varð so fluttur á Landssjúkrahúsið og seinast frættist livir hann væl eftir umstøðunum. Læknin kundi beinanvegin staðfesta, at hann hevði brotið vinstra arm.
Tyrlan flyg so aftur eftir bjargingarmonnum og endaði øll bjargingin um 9.30 tíðina um kvøldið.