DF: Venstre skal síggja burtur frá LA og Konservativu

Liberal Alliance hevur hótt við at taka grundarlagið undan Ventre-stjórnini hjá Lars Løkke Rasmussen

Seinastu tíðina hava politisku bylgjurnar í Danmark riðið høgt.

 

Fíggjarpolitikkurin hjá stjórnini fæst ikki ígjøgnum fyri samstarvflokkinum hjá Ventre, Liberal Alliance.

 

Anders Samuelsen vil hava fleiri skattalættingar inn í ætlanina. Hann hevur verið somikið framligur, at hann hevur sagt seg verða kláran at taka grundarlagið undan stjórnin um ikki hann fær tað hann vil.

 

Nú mælir Kristian Thulesen-Dahl úr Dans Folkeparti, at Venstre sær burtur frá hinum báðum flokkunum í bláa blokkinum, Konservativa og Liberal Alliance, og heldur ger ein semju um politikkin við Socialdemokratarnar.

 

Thulesen-Dahl sigur, at um Anders Samuelsen ikki vil arbeiða konstruktivt, so skal hann síggjast burtur frá. Ein avtala millum tríggjar teir størstu flokkarnar hevði givið eitt nóg gott grundarlag til ein politikk framyvir.

 

Mette Frederiksen, forkvinna í sosialdemokratunum, sigur seg ikki verða avvísandi yvirfyri eini avtalu, um øll vilja arbeiða fram í móti einum felags máli.

 

Mette Frederiksen sigur, at tey hava allatíð sagt, at Danmark hevur ikki ráð til skattalættingar í løtuni og tað sær út til at Dansk Folkeparti eru til at arbeiða við, sigur Mette Frederiksen.