Dia Midjord í jólabygdini

Tað verður kringvarpsstjórin, Dia Midjord, sum fer at halda røðu, tá jólabygdin Æðuvík verður tendrað.

Runavíkar kommuna fevnir víða, soleiðis sum kommunan - í ferkilometrum - hevur vaksið seg stóra til at fevna heilt úr Oyndarfirði í norði til Funnings í vestri, Lambabygd í eystri og Æðuvík í suðri.

 

Nú tað stundar til jóla, og jólatrø og jólabygd verða tendrað, verður eisini skipað fyri fleiri haldum kring um í bygdunum í kommununi.

 

Lagt verður fyri í Runavík fríggjakvøldið hin 29. november klokkan 18, har Meinhard Bjartalíð, prestur, fer at halda røðu, Kór Glyvra kirkju fer at syngja, og skótar fara at bjóða kakao og bollar.

 

Á Skála verður jólatræið tendrað leygarkvøldið hin 30 november klokkan 18.30, og her verður tað Jens Bech, sum fer at halda røðu. Eftir haldið bjóðar Missiónshúsið kakao og bollar.

 

Sunnudagin hin 1. desember kemur túrurin til Oyndarfjarðar. Her verður haldið klokkan 15, og tað verður Torbjørn Jacobsen, býráðslimur, sum fer at halda røðu.

 

Funningsfjørður stendur eisini fyri tørni sunnudagin hin 1. desember klokkan 16, har Ann Karin Kjeld fer at lesa jólaevangeliið.

 

Torbjørn Jacobsen, sum heldur røðu í Oyndarfirði hin 1. desember klokkan 15, fer aftur at halda røðu við haldið í Funningi sama dag klokkan 17.

 

Sunnudagin hin 1. desember hendir rættiliga nógv, og tá tendrar eisini jólabygdin Æðuvík. Hetta tiltak byrjar klokkan 19, og tað verður Dia Midjord, kringvarpsstjóri, sum fer at halda røðu.

 

Runavíkar kommuna sigur, at Nes sóknar Musikkfelag fer at luttaka og spæla til øll hesi nevndu jólatiltøk.