- Diagnosan hjá Gretu Thunberg skal ikki brúkast sum vápn

- Øll hava rætt til at siga sína meining, eisini børn, sigur Sinnisbati, sum leggur eftir øllum teimum, sum finnast at Gretu Thunberg orsakað av hennara diagnosu, sum er Aspergers syndrom

- Diagnosur eru arbeiðstól hjá læknum, ikki vápn hjá almenninginum.

Soleiðis ljóðar tað frá Sinnisbata í dag í sambandi við nógvu ákoyringarnar, sum ungi svenski veðurlagsaktivisturin Greta Thunberg hevur fingið í almenna rúminum seinastu dagarnar. Greta Thunberg hevur aspergers syndrom, og júst hetta hava fleiri kritikarar brúkt í sínum grundgevingum fyri, at 16 ára gamla gentan ikki skal takast fyri fult.

- Fleiri hava nýtt høvið til at brúka hennara aspeger-diagnosu ímóti henni, og kallað hana fyri sinnissjúka, svaka, óstabila og onnur ógrunnað uppáhald, tí hon hevur eina sálarliga diagnosu. Hetta vil Sinnisbata harðliga vísa á ikki er rætt, sigur Sinnisbati.

- Diagnosur eru arbeiðstól hjá hjá fakfólki, men skulu als ikki brúkast sum vápn frá vanligum fólki. Tað er í lagi at vera ósamd, men skeivt at brúka diagnosur ímóti fólki, heldur enn at brúka veruligar grundgevingar.

Les eisini: ST biðjur fólk vera hampilig við Gretu Thunberg

- Sjálv sigur Greta, at hon sær sína diagnosu sum ein fyrimun heldur enn eina forðing. Tað vilja vil fegin stuðla undir, at tað kann vera møguligt. Øll hava rætt til at siga sína meining, eisini børn - við ella uttan eina diagnosu! sigur Sinnisbati.