Tá Súsanna Holm og Magni Mohr fingu boðini um, at lítla barnið, sum hon bar undir belti, helst var ein genta, fingu tey hugskotið at rópa hana Vón.
– Vit settu okkum í samband við Navnanevndina, longu áðrenn hon varð fødd, fyri at vissa okkum í, at navnið fór at verða góðkent. Navnið Vón líkur øll krøv fyri at verða góðkent sum gentunavn, sigur Súsanna Holm.
Í føroysku navnalóggávuni eru greiðar ásetingar um, at fólk kunnu ikki bera hvørkikynsorð, ella nøvn við øðrum kyni enn barnið. Av tí at Vón er kvennkynsorð verður navnið góðkent sum gentunavn. Annars er reglan tann, at er navnið samansett, so ger seinni liðurin í navninum av kynið. Tí kenna vit eitt nú dreingjanavnið Vónbjartur og gentunavnið Vónbjørt.
Súsanna Holm vísir á, at bæði á íslendskum og á enskum verða heitini von og hope brúkt til nøvn, so hugtakið er kent sum fólkanavn.
Hon og maðurin Magni Mohr eiga frammanundan tvey børn, sum eisini hava rættiliga sermerkt nøvn, nevniliga Askur og Ró.
- Okkum líkar væl nøvn, sum eisini eru eitt vakurt hugtak, so sum Ró og Vón. Og eitt nú varð træið ask brúkt til kjølin á skipi, tí tað er so sterkt, at tað kann bendast uttan at brotna, sigur Súsanna. Og sjálvandi var Askur eisini navnið á fyrsta dronginum á jørð, sambært norrønu gudalæruni.
- Tí hava vit eisini sett ein ask niður í urtagarðinum, leggur hon afturat. Annað, sum tey hava hugsað um, tá tey hava funnið nøvn til børnini, eru føroysku stavirnir, sum eru í Ró og Vón.