Dido landsliðsvenjari í Bangladesh

Dido, sum mátti gevast sum venjari hjá Víkingi í fjør, er nú blivin landsliðsvenjari í Bangladesh

Fótbóltur

 

Dido kom til Føroya tíðliga í fjør at venja Víking. Men hann fekk ikki venjarapappírini hjá sær góðkend og noyddist at gevast aftur.

Nú hevur Dido fingið nýtt starv. Heimasíðan hjá FIFA skrivar, at Dido skal venja landsliðið hjá Bangladesh. Dido tekur við starvinum í Bangladesh 1. februar, og sáttmálin millum partarnar varðar í 1 ár fyribils.

Dido er niðurlendskur ríkisborgari, og sum spælari royndi hann seg í brasilsku stórfeløgunum Flamengo og Santos í áttatiárunum. Hann hevur drúgvar royndir sum venjari. Hann hevur vant feløg í 1. deild í Ísrael og Malta, og hann hevur eisini áður verið landsliðsvenjari fyri Vietnam og Taiwan.

Bangladesh er styrkistmett sum nummar 174 á listanum hjá FIFA, og tað er 10 pláss frammanfyri føroyska landsliðið.