Í meir enn hundrað ár hevur Dimma sjálvkravd átikið sær at tryggja donskum máli heimarætt í Føroyum. Ein skammiligur setningur, tá øllum er kunnugt stríðið at vinna móðurmálinum henda sjálvsagda rætt. Enn í dag hendir, at leiðarin er skrivaður á miseydnaðum Oehlenschlæger-donskum, ein relikt, ið eftir øllum at døma hevur yvirlivað á Dimmu aftan á danska em-bætismannaveldið.
Annað er so tað ótrúliga óbúna innihaldið og málbrúkið í leiðaranum. Leygardagin 6. des. ? og hetta er ikki eindømi ? verður løgtingið kallað vaksnamannabarnagarður, umsitingin ein sugga, politiska orðaskiftið verður nevnt politiskur greytur ella politikaratvætl. Alt væl hóskandi í eini tineygjaraveitslu, men als ikki í leiðaranum á Føroya størsta blað.
Leiðarin endar við eini láturliggering av undirsjóvartunnlinum. Upp á spott verður mælt til at gera tveir. Vágafólk leggja ikki í meira enn tann eina. Harafturímóti fara vit at mæla til, at kvívíkingar ? teir eru raskir at rógva ? verða bidnir at skjútsa sambandsmenn um Sundið. Tá kann Dimma aftur kalla seg Amtstidende for Færøerne. Eingin er fullspottaður, fyrr enn hann spottar seg sjálvan.
Herálvur Jacobsen
Sørvági