Dimma kundi bara ringt og spurt

Vit, ið HUXA!
-------------

Dimmalætting skrivar soleiðis greinini " Stríðið móti forkvinnuni " í Dimmalætting (24. nov 2011): 
“Eisini hjá teimum ungu fólkafloksfólkunum er broyting komin í. Tað hevur ljóðað, at Huxa stuðlaði Anniku Olsen, men tann stuðulin er neyvan heilhjartaður longur. Tí annað umboðið hjá Huxa í floksleiðsluni er dóttur Jørgen Niclasen.”
Vit í HUXA vilja taka frástøðu frá hesari útsøgn. HUXA er eitt politiskt ungmannafelag, ið altíð vil stuðla avgerðum í Fólkaflokkinum, verið tað alt frá landsstýrispolitikki til formansval. Vit taka støði í viðtøkum felagsins, sum siga, at “Endamál felagsins er at skipa ungdóm í felagskapi, ið skal arbeiða til frama fyri Fólkaflokkin og ungdóminum í samfelagnum.”
Í hesum sambandi er talan nevniliga um formansvalið í Fólkaflokkinum. Tað er nógvur álvari í hesum og sera óheppið, at tað verður tulkað soleiðis, at vit stuðla einum persóni, meiri enn einum øðrum. Vit vilja tí viðmerkja, at HUXA enn ikki hevur tikið endaliga støðu til, hvør skal verða formaður í Fólkaflokkinum. Vit vilja tó siga, at vit fara at stuðla okkara formanni til fulnar, verið tað Annika Olsen, Jørgen Niclasen ella kanska onkur heilt annar.
Skoytast kann uppí, at Linda Vest Niclasen, dóttur Jørgen Niclasen, hevur verið partur av HUXA í longri tíð. Hanus Samró fór úr HUXA í løgtingið at sita - og tí skuldi eitt nýtt umboð veljast í hansara stað til floksleiðsluna, og har valdi nevndin at peika á Lindu. Hon eigur tí at umboða HUXA í floksleiðsluni, men í hesum føri hevur HUXA tikið avgerð um at eitt annað umboð kemur í hennara stað í hesum sambandi, vegna tess at mett er, at hon er ógegni. Hetta hevði Dimmalætting fingið at vitað, um tey bert høvdu ringt til onkran í nevndini, ístaðin fyri at nýta sínar ónevndu keldur til sínar greinar.
HUXA fer altíð at stuðla flokkinum heilhjartað, tí Fólkaflokkurin er grundarlagið undir HUXA.