Dimmalætting, eitt djúpt, djúpt óseriøst blað

Eg havi seinastu tíðina havt ein illgruna um tað, men nú havi eg fingið tað persónliga at føla. Eg hugsi her um greinina um mína gransking, sum Katrin Erlendsdóttir skrivaði í Punktum fríggjadagin 29. oktober.

Longu fyri tveimum vikum síðani setti blaðstjórin Brynhild Thomsen seg í samband við meg viðvíkjandi greinina. Fyri ikki at risikera – enn einaferð – at síggja eina prentaða grein, ið villleiðir lesaran við mistulkingum og misskiljingum, setti eg straks krav fram um, at eg skuldi sleppa at síggja og gera viðmerkingar til tekstin innan hann fór til prentingar. Endamálið var sjálvandi at sleppa undan grovum villum, ið geva lesaranum eina skeiva mynd av granskingararbeiðinum hjá mær. Hetta er púra vanlig (standard) mannagongd allastaðni, og Brynhild lovaði treytaleys, at eg sjálvandi skuldi góðtaka tekstin innan hann nakrantíð fór til prentingar.
Nakrar dagar seinni kontaktaði blaðkvinnan Katrin Erlendsdóttir meg fyri at tosa um somu grein. Eg endurtók nú fleiri ferðir, bæði í skrift (email) og talu, at eg ynskti at síggja tekstin innan hann fór til prentingar. Aftur hesaferð varð avtalan treytaleyst staðfest. Katrin lovaði at senda mær greinina til ummælis í góðari tíð. Nú kendi eg meg tryggan. Hugsaði at avtalan okkara millum fór at verða hildin við tí jaliga úrsliti, at lesarin fór at fáa eina álítandi og eftirfarandi grein, ið tók sínar heimildir/heimildarfólk í størsta álvara. Men eg varð so dyggiliga lumpaður!
Stutt innan blaðið skal til prentingar – hóskvøldið 28. oktober – fái eg umsíðir tekstin. Eg síggi við hálvum eyga, at talan er um ófullfíggjað útkast til grein, ið als ikki er klárt at fara til prentingar. Eg síggi fleiri villur og misskiljingar, ið eg undir ongum umstøðum kann góðtaka. Men tá eg síðan geri vart við mína meting, so uppdagi eg, at blaðkvinnan ongantíð hevði ætlað sær at fáa viðmerkingar yvirhøvur. Hon fortelur, at greinin er send til grafikaran, sum longu hevur sett greinina upp. Við øðrum orðum, so var avtala okkara onki annað enn eitt bluffnummar. Hon sigur seg vera nervøsa og ikki hopa, at hon hevur “vinklað greinina ov hvast”...
Tá Katrin Erlendsdóttir síðan viðmerkir – ørkymlað av óvirðiligu støðuni, hon hevur rent seg í – at um viðmerkingarnar hjá mær koma beinanvegin, so skal hon royna at fáa grafikaran at rætta í blaðnum, so veit eg ikki heilt, hvat eg skal siga. Er tað rímiligt at fáa eitt so stutt skotbrá? Um greinin skal redigerast á skynsaman hátt, so at Punktum fær ein góðan avbalanseraðan tekst, so tekur tað meira enn 1-2 tímar at gera arbeiðið.
Fyri tó at royna at lúka í ringastu villunum í tekstinum, so sendi eg Katrini Erlendsdóttir nakrar stuttar álvarsamar viðmerkingar, ið eg sjálvur meti umboða størstu veikleikarnar í handritinum. Men aftur hesaferð verði eg dyggiliga lumpaður og hildin fyri gjøldur, tí nú kemur soljóðandi aftursvar frá ungu blaðkvinnuni í Dimmalætting:
»Eg skilji. Dugi væl at síggja, at heimdarmyndin er ávirkað av at eg havi vinklað greinina soleiðis. Grafikarin má møta kl. 7 í morgin um broytingar skulu gerast, og tað vil hann helst ikki. So endin verður nokk at greinin verður endurprentað«
Er blaðstjórnin kunnað um hesa mannagongd? Er hetta siðvenjan á Dimmalætting? Vónandi er talan um eitt sera óheppið undantak, ið flestu starvsfólkini í fyritøkuni ikki reiðiliga kenna seg aftur í.
Tað, eg fái at vita frá Katrini er, at grafikarin ikki má fara upp longu klokkan 7 fyri at rætta ein tekst, sum Katrin sjálv hevur høvundað, og sum inniheldur nógvar villleiðandi upplýsingar, ið eg skal standa til svars fyri. Hetta er púra burturvið. Og at fara at tosa um »endurprenting«, sum um tað er nøkur loysn, longu áðrenn blaðið er farið til prentingar, prógvar, at fjølmiðlaetikk ikki er nakað, blaðkvinnan hevur serliga stóran kunnleika um. Niðurstøðan er, at hóast bæði eg og Katrin Erlendsdóttir síggja veikleikar í tekstinum, so skal grafikarin ikki órógvast fyri at gera rættingar.
Hetta skal vera ein ávaring, ið fakfólk og onnur, ið javnan geva íkast til blaðið, kunnu brúka, fyri ikki at enda í somu støðu sum eg. Tað verður í øllum førum seinur dagur, at eg aftur fari í dialog við blaðfólk úr Dimmalætting. Blaðið hevur fullkomiliga mist sítt trúvirði. Hetta er eitt konkret dømi um óseriøst arbeiði, ið styggir heimildarfólk burtur. Vónandi er talan um eitt undantak, heldur ein eitt rák, men eg havi so ikki nakað álit til gamla blaðið longur. Ein keðiligur illgruni varð dyggiliga váttaður.